Treytir

Bílegging

Bíleggjast kann beinleiðis her á síðuni. Til ber eisini at bíleggja við at senda ein teldupost til mynta@mynta.fo.

 

 

Gjaldshættir

Gjaldast kann við gjaldskorti ella kontant/gjaldskort tá vøran verður avheintað. Eisini ber til at velja at gjalda við bankaflyting.

 

 

Levering

Kundin kann velja um vøran skal avheintast ella um hon skal leverast.

 

Um kundin velur at fáa vøruna útkoyrda, verður vøran antin send við Posta ella koyra vit sjálvi út. Vøran fer út av húsinum 0-1 yrkadagar eftir at bíleggingin er komin inn. Vit senda við Posta sum vinnupakkar, tá kemur Posta og avheintar vøruna og leverar til kundan dagin eftir.

Vøra kann eisini, sambært avtalu, avheintast á hesi adressu:

Skálavegur 213, uppiá, 480 Skála (í somuhølum sum matvøruhandilin, Skálin, heldur til)

 

 

Prísir
Allir prísirnir er í føroyskum krónum (DKK) íroknað 25% mvg. Fyrivarni verður tikið fyri prísbroytingum, prentvillum og útseldum vørum.

 

 

Iðrunarrættur og reklamatión
Tað er 14 dagar iðrunarrættur fyri øll keyp. Vøran skal vera í upprunastandi. Keypari fær pengarnar aftur fyri vøruna, tó ikki fyri fraktkostnaðin. Keypari rindar møguligt returpostgjald.

Reklamatiónsrættur er 2 ár. Við reklamatión rindar seljari postgjaldið. Fyri at vera dekkaður av reklamatiónsrættinum er týdningamikið at vaski- og brúkaravegleiðingarnar verða fylgdar.

Returadressa
Mynta spf, 
Skálavegur 213, uppiá, 480 Skála