Um Mynta

Handan Mynta.fo eru vit bæði Haldis og Kenneth Carlsson. Vit búgva á Skála og hava 5 børn. 

Tær flestu av vørunum eru eisini vørur, ið vit brúka í okkara egna gerandisdegi við arbeiði, børnum, frítíðarítrivum o.a. Tískil hava vit persónligar royndir við teimum.

Vørurnar sum vit selja eru neyvt útvaldar. Dentur er lagdur á burðardygd, vistfrøði og dygd.

Vørurnar skulu ikki verða skaðiligar fyri hvørki brúkaran ella umhvørvi. Tær skulu eisini halda leingi, soleiðis at tær ikki skulu skiftast út oftari enn neyðugt er.


Smápartafelagið Nordraft (v-tal 619558) eigur síðuna Mynta.fo

Nordraftur rekur eisini fyritøkurnar Timburhjálpin sp/f og Norverk sp/f - www.norverk.fo