Bílegging
Bíleggjast kann beinleiðis her á síðuni. Til ber eisini at bíleggja við at senda ein teldupost til mynta@mynta.fo.
Gjaldshættir
Gjaldast kann við gjaldskorti ella kontant tá vøran verður avheintað. Eisini ber til at velja at gjalda við bankaflyting.
Levering
Kundin kann velja um vøran skal avheintast ella um hon skal leverast.
Um kundin velur at fáa vøruna leveraða, verður vøran entin send við Posta ella koyrd út. Vøran ferð út av húsinum innan 1-2 yrkadagar (tó ikki fyrr enn vøran er goldin). Við Posta kann roknast við 1-5 yrkadøgum áðrenn pakkin er frammi. Kostnaður er 49,-.
Vøra kann eisini, sambært avtalu, avheintast á hesi adressu:
Skálavegur 216, 480 Skála
Prísir
Allir prísirnir er í føroyskum krónum (DKK) íroknað 25% mvg. Fyrivarni verður tikið fyri prísbroytingum, prentvillum og útseldum vørum.
Iðrunarrættur og reklamatión
Tað er 14 dagar iðrunarrættur fyri øll keyp. Vøran skal vera í upprunastandi. Keypari fær pengarnar aftur fyri vøruna, tó ikki fyri fraktkostnaðin. Keypari rindar møguligt returpostgjald.
Reklamatiónsrættur er 2 ár. Við reklamatión rindar seljari postgjaldið. Fyri at vera dekkaður av reklamatiónsrættinum er týdningamikið at vaski- og brúkaravegleiðingarnar verða fylgdar.
Returadressa:
Mynta spf, Skálavegur 216, 480 Skála
Datatrygd
Persónsupplýsingarnir um kundan, verða sum útgangspunkt ikki nýttir til annað endamál enn til sjálvt keypið. Tó verður navn og telefonnummar deilt við Posta, tá vørur vera sendar.