Matur - okkara viršismikla tilfeingi

Matur - okkara viršismikla tilfeingi

225,00 DKK


Onki ummæli

Visti tú, at ein TRIÐINGUR av øllum mati, sum verður framleiddur í heiminum, fer í rusk? At tað fara næstan SJEY fullir bilar við mati og matleivdum um vikuna á brennistøðirnar í Føroyum? At vit í miðal fyri hvønn føroying innflyta 15 KG av neytakjøti um árið? Og ikki minst, at vit ØLL kunnu gera nógv fyri at minka um nøgdirnar av mati, sum fara burtur? Matvøruframleiðsla hevur stóra ávirkan á umhvørvið, og eisini á veðurlagsbroytingar. Í hesi bókini kanst tú lesa um, hvar maturin, vit eta í Føroyum, kemur frá, hvat vit gera við matin heima, og hvat vit sjálv kunnu gera fyri at minka um matoyðsl heima hjá okkum sjálvum.

Bókin er ein bláur krossfiskur og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.

  • Síður: 102
  • Útgávuár: 2022
  • Upprunamál: Føroyskt
  • Innbinding: innbundin
  • Rithøvundur: Sanna Andrassardóttir Dahl og Gunnhild Dahl Niclasen
  • Myndir: Eyðun Müller Thomsen, Harriet Olafsdóttir, Ólavur Frederiksen, Snorri Patursson, o.o.

Goymslustøða: Á goymslu
stk.